Innanlands

Ein tilburður í gjár

Tilburðurin er partur av smittuketu, sum landslæknin fylgir. 60 persónar hava covid-19 í løtuni

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-01-08 12:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er ikki tí, at koronatølini fara beint upp eftir, at landsstýrið hevur hert tilmælini.

Í gjár var bara ein nýggjur tilburður við covid-19 varð staðfestur, vísa tølini frá landslæknanum.

Tilburðurin er partur av kendari smittuketu sum landslæknin fylgir.

760 kanningar vórðu gjørdar í gjár. 178 fólk eru í sóttarhaldi, og ein persónur er í løtuni innlagdur á sjúkrahúsi í sambandi við korona.

Tilsamans 60 persónar eru í løtuni staðfest positiv við covid-19.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder