Mentan

Ein serligur dagur í rokksøguni

12. juli 1962 spældu The Rolling Stones fyri fyrstu ferð rættiliga konsert

Mick Jagger og Keith Richards á konsert í Amsterdam í farnu viku (Mynd: EPA)

Mick Jagger og Keith Richards á konsert í Amsterdam í farnu viku (Mynd: EPA)

2022-07-12 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Dagurin í dag er ein serligur dagur í rokksøguni. Tí 12. juli 1962 var fyrstu ferð, at The Rolling Stones spældu konsert saman.

Tað hendi í The Marquee klubbanum í London, sum tá var millum størstu spælistøðini í býnum.

Í dag eru sostatt 60 ár síðan, at forsangarin Mick Jagger, gittarleikararnir Keith Richards og Brian Jones, klaverleikarin Ian Stewart og bassspælarin Dick Taylor fóru á pall saman til teirra fyrstu almennu konsert sum The Rolling Stones.

Enn tann dag í dag verður kjakast um hvør mundi sita handan trummurnar hetta kvøldið. Summi siga, at tað var Tony Chapman. Onnur, herímillum Keith Richards og Christopher Sandford, ið hevur skriva Rolling Stones-søguna, siga, at tað var Mick Avory.

Tað finnast ongar myndir av hesum serliga kvøldinum, sum kunnu staðfesta henda spurningin. Tað skrivar AP tíðindastovan.

Trummusláarin Charlie Watts, sum doyði í august í fjør, kom ikki í bólkin fyrr enn seks mánaðir eftir hesa konsertina á The Marquee Club, meðan guittarleikarin Ronnie Wood, ikki kom í bólkin fyrr enn í 1975.

Í sambandi við, at bólkurin gjørdist 50 ár í 2012 viðgekk Mick Jagger í eini samrøðu við blaðið Rolling Stone, at teir hava snýtt eitt sindur.

- Tí tað er jú ikki sama orkestrið, men tó sama navn. Tað eru bert Keith og eg, sum framvegis eru við, segði Jagger í samrøðuni.

Tað juli kvøldið í The Marquee Club í 1962 gjørdist byrjanin til ævintýrkendu søguna um The Rolling Stones, sum framvegis spælir fyri fullum snúningum.

Sum partur av teirra “Sixty”-konsertferð hava The Rolling Stones hesar seinastu vikurnar spælt fyri 65.000 fólkum í Hyde Park í London innan túrurin gongur víðari til eitt nú Fraklands, Týsklands og Svøríkis, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder