Uttanlands

Ein persónur handtikin aftaná skottilburð í Malmø

Tveir persónar eru særdir og fluttir á sjúkrahús eftir skottilburð í handilsmiðstøð

(Mynd: Sydsvenskan.se)

(Mynd: Sydsvenskan.se)

2022-08-19 18:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin var ein skottilburður í Emporia handilsmiðstøðini í svenska býnum Malmø. Svenska løgreglan skrivar, at ein persónur er handtikin í sambandi við tilburðin.

Myndugleikanir í økinum Skåne upplýsa, at tveir persónar eru komnir skaða, og teirra millum ein kvinna, sum er komin álvarsliga til skaða, skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.

Enn er óvist um fleiri fólk eru komin til skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder