Innanlands

Ein nýggjur koronutilburðir staðfestur

Eftir átta dagar uttan smittu gekk ikki meira - harvið eru fýra tilburðir í løtuni. Ein persónur er framvegis innlagdur við koronu

486 koronukanningar vórðu gjørdar í gjár (Mynd: Jens Kr. Vang)

486 koronukanningar vórðu gjørdar í gjár (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-02-04 14:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

486 koronukanningar vórðu gjørdar í gjár. Í teimum varð ein nýggjur smittutilburður staðfestur. Hetta vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Hetta er fyrsti staðfesti tilburðurin í Føroyum síðani 25. januar.

Tilsamans hava nú 655 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 650 persónar staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru fýra persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu, skrivar corona.fo. Í alt eru 223.328 kanningar gjørdar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder