Innanlands

Ein koyrdi ov skjótt í nátt

Ein bilførari fekk eina treytaða frádøming fyri at koyra 113 kilometrar um tíman

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2023-08-16 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur løgreglan verið úti og gjørt ferðmátingar, og í hesum sambandi varð ein bilførari tikin fyri at koyra skjótari, enn loyvt var.

Mátingarnar vórðu gjørdar í norðurøkinum millum klokkan hálvgum tvey og trý í nátt, og tá vóru bert fáir bilar á vegnum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

Ein bilførari varð skrásettur fyri at koyra 113 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman. Hetta hevur við sær eina treytaða frádøming av koyrikortinum, og noyðist bilførarin tí upp til nýggja koyriroynd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder