Innanlands

Ein frálík Hjólvelting

40 súkklarar varpaðu ljós á bleytu ferðsluna

2018-09-10 10:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tiltakið "Hjólvetling" hjá Fólkaheilsuráðnum fekk eina frálíka byrjan í síðtu viku, tá 40 súkklarar savnaðust við tí endamáli at varpa ljós á bleytu ferðsluna og vísa á, at súkklan er eitt gott flutningstól, sum nógv fleiri kundu brúkt til vanligan flutning í gerandisdegnum. 

Fólkaheilsuráðið legði sín góða dám á Hjólveltingina við góðum tónleiki og upphiting við Mariann Hansen.

Upphitingin samansjóðaði teir 40 súkklararnar, sum vóru møttir til tann hugfarsliga bólka-súkklutúrin ígjøgnum býin, við sanginum ABC hjá The Jackons 5, “ABC as easy as one, two three....”

Ferðast Grønt hjá Tórshavnar kommunu hevði fingið súkklusmiðir at vera á Glasi og kanna súkklurnar áðrenn súkklingin byrjaði. Túrurin byrjaði á Glasi og leiðin gekk yvir um brúnna á Argjum, út á Argjaboða og síðani beina leið heim í býin. Bólkurin av súkklum fylti nógv á vegunum, nakað av ferðslu var, bilførararnir vóru tolnir og koyrdu spakuliga aftaná bólkinum og alt gekk væl. Ferðast Grønt serveraði vistfrøðiliga suppu og vistfrøðiligar køkur frá Vistgrøði í Posthúskjallaranum, skrivar Fólkaheilsuráðið á heimasíðu síni.

Í Posthúskjallaranum høvdu FNU og Hjólvelting boðið Høgna Mohr at koma og hugleiða um súkkling og hansara einføldu tilgongd til súkkluna sum flutningstól.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder