Mentan

Ein dýrabar løta við mentan, mati og samveru

Myndir: Floksmannadagur varð hildin í Hattarvík leygardagin

2025-07-01 09:40 Author image
Innsent
placeholder

Leygardagin varð Floksmannadagurin hildin fyri tíggjundu ferð – ein heilt serstøk hending, ið savnaði gestir í Hattarvík.

Hóast veðrið frammanundan sá nakað vánaligt út, stóð útsynningurin við – og tað gjørdi góða lagið eisini. Øll komu í land við Trøllagjónna í øllum góðum og løgdu leiðina niðan á Bakkahjallin, har dagurin byrjaði av álvara við niðurgrevstri av kjøti úr Eystfelli.

Tað er ikki smálutir, sum skulu upp á pláss til ein slíkan dag – alt frá fjallgongu og sálmasangi til roykt síl og langtíðarstokt lambskjøt. Alt verður gjørt við hond og hjarta, og hóast veðrið av og á leggur fótonglar fyri, vísti aftur í ár, at við samhaldi, vilja og einum sterkum toymi ber alt til.

Ein uppliving fyri allar sansir

Dagurin byrjaði við morgunmati við føroyskum viðskera, áðrenn farið varð á fjall niðan á Fríða Eystfelli. Heimkomin fingu gestirnir heita fiskasúpan og skinkurnar, ið hava hingið í serstaka hjallinum í 18 mánaðir, vórðu tiknar niður og royndar.

Seinni varð borðreitt við føroyskum whisky, hvannsnapsi, øli og rótabryggi. Seyðahúsið varð gjørt um, og tær um 120 ærnar, sum vanliga verða fóðraðar har, lótu plássið fyri gestunum.

Her vóru 18 smakkroyndir bornar fram – ein sannur matarhátíðardagur við rættum úr føroysku náttúruni: lodna, sild, lundi, lomvigi, turkaður svartkjaftur, tvøst, spik og sjálvandi alt av seyði og mangt annað. Alt tilgjørt við virðing fyri siðaarvi og við einum nútímans gastronomiskum snildi.

Mentanarligar løtur og tónleikur beint í hjarta

Á skránni vóru eisini sterkar mentanarligar løtur – sálmasangur í kirkjuni við Hamradun, søgulig frásøgn við Andrasi Sólstein og fyrilestur við Sjúrði Skaale um Sigert í Kirkjubø.

Tá kvøldið tók at líða, bjóðaði Hamradun aftur á pall – beinleiðis úr Hamburg til Hattarvíkar – og skaptu eina ómetaliga sterka løtu, sum fór beint í hjarta.

Ársins niðurgravaða kjøt var av tí allarbesta og tilgjørt við tí sum hoyrur til. Omaná vóru tað rabarbur frá Jastrid.

Samhaldið ber tað fram

Tá farast skuldi heimaftur, varð farið av Kirkju vegna veðrið. Men við eyðkenda hugburðinum “tað gongur nokk” og við hjálp frá oynni og Strandferðsluni kom alt fólkið trygt avstað – og í góðum lag.

Floksmannadagurin er nógv meira enn ein dagur. Tað er ein uppliving – ein løta við føroyskum siði, mentan, mati og felagsskapi – og ikki minst eitt prógv um, hvat ber til á útoyggj, tá fólk koma saman við eldhuga og vilja.

 Floksmannadagurin 2026 verður hildin leygardagin 27. juni.

Atgongumerki verða sett til sølu mikudagin 2. juli 2025, klokkan 08 á atgongumerki.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder