Innanlands

Eiðis kommuna kann fáa enn ein ungan borgarstjóra

27 ára gamli Rógvi Egilstoft fekk nógv flestar atkvøður í Eiðis kommunu

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-11-10 21:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er okkurt sum bendir á, at Eiðis kommuna fær ein ungan borgarstjóra. 27 ára gamli Rógvi Egilstoft er toppskorari í kommununi við 124 atkvøðum.

Hann stillaði upp á lista B, sum fekk fimm av teimum sjey bygdarráðslimunum.

Rógvi Egilstoft er ikki nýggjur í politikki. Hann stillaði upp fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið í fjør, og er varðamaður á tingi.

Hesi komu inn í kommunustýrið í Eiðis kommunu

Rógvi Egilstoft 124 atkvøður
Tonny Snogebæk Kruse 54 atkvøður
Kristian Martin Juul 49 atkvøður
Tove Kruse Samuelsen 40 atkvøður
Fríða Jóinsdóttir Joensen 40 atkvøður
Tummas Súni Sofus Hammer Joensen 31 atkvøður
Annsy Høghamar 30 atkvøður

Undanfarni borgarstjórin á Eiði, Jógvan í Skorini, var bara 26 ár, tá hann tók við fyri átta árum síðani.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder