Innanlands

Edvard, Heini og Jens heiðurslimir í Havnar Bjargingarfelag

Havnar Bajrgingarfelag hevði aðalfund í gjár, og nýggja nevndin hevur nú skipað seg við Eyðbjørg Højgaard sum forkvinnu og Sáru Eysturoy sum næstforkvinnu

2021-04-19 16:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var aðalfundur hjá Havnar Bjargingarfelag, og í hesum sambandi vórðu teir tríggir Edvard Kjeld, Heini Eysturoy og Jens Hansen tilnevndir heiðurslimir fyri teirra trúgvu og drúgvu tænastu fyri Havnar Bjargingarfelag. Hesum boðar felagið frá í tíðindaskrivi.

Á aðalfundinum var nýggj nevnd eisini vald, og hon hevur nú skipað seg við Eyðbjørg Højgaard sum forkvinnu og Sáru Eysturoy sum næstforkvinnu.

Í nevndini eru eisini Daniel Dahl-Olsen, Sørin Aagaard, og Magni á Deild Olsen nevndarlimir.

Eykalimir eru Edvard Kjeld, Michael Thomsen, Heini Eysturoy og Christoffer Lützen. Jens Hansen er skrivari og Eli Lyngvej Larsen er kassameistari.

[object Object]Nevndin hjá Havnar Bjargingarfelag (Mynd: Havnar Bjargingarfelag)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder