Innanlands

Edva Jacobsen tekur við sum aðalskrivari í Bláa Krossi

58 ára gamla fuglfjarðarkvinnan avloysir "Dakko" Petersen 1. mars. Hon hevur sitið í løtgintinum í níggju ár, í býráðnum í Fuglafirði í fimm ár og hevur millum eisini nógvar royndir innan bankaheimin

Edva Jacobsen hevur arbeitt 25 ár í peningastovni, hevur víðkaðan bankaskúla, er merkonom í fíggjarstýring og hevur seinri lokið akademiútbúgving í fíggjar- og vinnustýring (Mynd: Sverri Egholm)

Edva Jacobsen hevur arbeitt 25 ár í peningastovni, hevur víðkaðan bankaskúla, er merkonom í fíggjarstýring og hevur seinri lokið akademiútbúgving í fíggjar- og vinnustýring (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-09 17:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani mars 2017 hevur Petur Jákup Petersen - vanliga nevndur Dakko - verið aðalskrivari í Bláa Krossi Føroya. Hann gevst, tá hesin mánaðin er av, og nú er greitt, hvør tekur yvir.

Heimasíðan blakross.fo skrivar seinnapartin, at 1. mars tekur Edva Jacobsen við sum nýggjur aðalskrivari.

- Edva er úr Fuglafirði. Hon er 58 ár. Hevur arbeitt 25 ár í peningastovni, hevur víðkaðan bankaskúla, merkonom í fíggjarstýring og hevur seinri lokið akademiútbúgving í fíggjar- og vinnustýring.

Edva Jacobsen er best kend kring landið sum tingkvinna. Hon hevur sitið níggju ár á tingi fyri Sambandsflokkin. Øll árini var hon í Útnorðurráðnum. Frá byrjan av síðstu tingsetu var hon næstforkvinna, og í 2021.

Hon hevur sitið í býráð í heimbygdini síðani 1. januar 2017. Edva er forkvinna í sosialu nevnd í Fuglafirði.

[object Object]Edva Jacobsen tá nýggja húsið í Fuglafirði varð tikið í nýtslu í 2020 (Mynd: Sverri Egholm)

Heimasíðan hjá Bláa Krossi í Føroyum skrivar, at í síni frítíð er Edva virkin í missiónshúsinum Thabor í Fuglafirði. Hon hevur verið limur í Bláa Krossi frá ungum árum.

Blái Krossur Føroya er hjálpar- og fráhaldsfelag við umleið 1.350 limum. Hann er skipaður á einum kristiligum diakonalum grundarlagi og vil arbeiða fyribyrgjandi, so at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsandi løgi/-evnum. Tað snýr seg um at hjálpa teimum, ið hava trupuleikar av rúsandi løgi/-evnum, og avvarandi hjá teimum persónum, sum stríðast við hesum.

Felagskapurin eigur og rekur Blákrossheimið á Nesi, sjey 7 klædna- og búnýtishandlar kring landið, umframt fyribils hús og onnur støð í høvuðsstaðnum. Sambært heimasíðuni hevur Blái Krossur í løtuni umleið 30 fólk í starvi, umframt 400 fríyrkisfólk.

Sambært Blá Krossi hevur tað seinastu fimm árini - í tíðini við Dakko Petersen sum aðalskrivara - verið serligur dentur lagdur á fyribyrgingararbeiðið, umframt staðseting av – og viðlíkahald av bygningum Bláa Kross.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder