
Í døgunum frá 1. til og við 6. mai sýnir Edith Mørkøre fram sína list í Smiðjuni í Lítluvík.
Framsýningin hevur heitið ”Varðar”. Dyrnar lata upp seinnapartin í dag kl. 16, og borðreitt verður við góðum til góman.
Edith sigur soleiðis um framsýningina:
- Í náttúruni lata mínir tankar seg skiftandi upp og aftur, í takt við egnan andadrátt. Varðar vísa veg yvir fjøll og geva vón.
- Eg finni íblástur til mítt listarliga arbeiði í føroysku náttúruni, í fólkinum, sum her býr, í vøkstrinum, í fuglalívinum, í strukturunum í náttúruni, í skiftandi veðurlagnum og í gerandisdegnum...
Edith Mørkøre er autodidakt, sjálvlært, listafólk og hevur seinastu mongu árini havt listina, sum sítt høvuðsstarv. Hon hevur við jøvnum millumbili havt sjálvstøðugar framsýningar, luttikið á felagsframsýningum og sensureraðum framsýningum her heima og uttanlands.
Framsýningin er opin til klokkan 19 í kvøld. Fríggjadagin millum 12 og 19, leygardagin 12 til 18, sunnudagin 14 til 18 og mánadagin og týsdagin millum klokkan 12 og 18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald