Mentan

Earth Hour í Vági

Kommunan sløkkir gøtuljósini, og um viðrar, verður skipað fyri gongutúri niðan á Gjógvaráfjall

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-03-18 19:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vágs Kommuna er aftur í ár við í Earth Hour, heimsins størsta verðurlags tiltak, sum WWF stendur fyri.

Tiltakið varpar ljós á verðurlagsbroytingar og umhvørvi, og hetta verður gjørt við at heita á heimsins borgarar um at sløkkja ljósini í ein tíma.

Earth Hour verður leygarkvøldið 26. mars millum klokkan 20.30 og 21.30. Hendan tíman sløkkir Vágs kommuna gøtuljósini í Vági, og heitur kommunan á borgarar um eisini at sløkkja ljósini. Hendan tíma hava vágbingar so tann sjáldsama møguleika at uppliva Vág í myrkri, og um viðrar, verður skipað fyri gongutúri niðan á Gjógvaráfjall, skrivar Vágs kommuna.

Við á túrinum er Mortan Mortensen og gingið verður frá plantaguni klokkan 19.30. Uppi á Gjógvaráfjallið fáa gongufólkið so møguleika at síggja útyvir Vág og Vágsfjørð uttan órógv frá ljósinum frá bygdini. Vágs kirkja hevur aftankvirru, og kirkjan verður bert lýst upp við livandi ljósum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder