Fríggjakvøldið 10. apríl klokkan 22 verður dupultkonsert í Etasjuni í Fuglafirði.
Fyrst fer plátuaktuella Guðrið Hansdóttir at framføra egin løg og síðani fer bólkurin SWAY, sum er samansettur av teimum trimum songkvinnunum Daniu O. Tausen, Marionnu W. Nagata, og Katrinu Olsen, upp á pallin seinni á kvøldinum, skrivar Etasjan í tíðindaskrivi.
Guðrið Hansdóttir er í løtuni plátuaktuell við spildurnýggju útgávuni Sýrublað. Hetta er hennara sjeynda útgáva og hendan útgávan ferðast sera víða í sjangrum.
Sýrublað kemur út sama dag sum konsertin verður í Etasjuni.
Atgongumerki til konsertina, sum er stuðlað av Økistónum, fáast á atgongumerki.fo.
![]()
SWAY (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald