Uttanlands

Duman góðkendi innlimanina einmælt

Ikki ein av teimum yvir 400 limunum í russiska undirhúsinum atkvøddi ímóti at innlima Luhansk, Donetsk, Zaporizjzja og Kherson í Russland

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-10-03 16:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Undirhúsið í russiska tjóðartinginum, Duman, góðkendi í dag, at fýra ukrainskir landslutir verða innlimaðir í Russland.

Yvir 400 tinglimir atkvøddu allir fyri, at teir fýra landslutirnir verða russiskir. Ikki ein einasti atkvøddi ímóti.

Úrslitið er ikki óvæntað, tí russiski forsetin, Vladimir Putin, situr tungt á valdinum í Dumuni.

Avgerðin fall eftir, at russiskt sinnaðu myndugleikarnir gjøgnumførdu fólkaatkvøður í teimum fýra landslutunum, Luhansk, Donetsk, Zaporizjzja og Kherson.

Stórur partur av altjóða samfelagnum hevur mótmælt, at Russland á henda hátt innlimar hesar partarnar av Ukreina í Russland.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, var til staðar, tá atkvøtt varð í Dumuni.

Hann staðfesti, at hesir landslutirnir nú fáa serstaka verju frá russiska herinum.

Vlatimir Putin, forseti, kunngjørdi fríggjadagin innlimanina við síni undirskrivt á ein sáttmála. Men hesin skuldi kortini góðkennast av Dumuni.

Roknað verður eisini við, at innlimanin fer ígjøgnum hitt kamarið, samveldisráðið, uttan trupulleikar.

Tað er framvegis ein røð av lógum, sum skulu samtykkjast í Russlandi, áðrenn teir fýra landslutirnir eru fullgyldugir partar av landinum. Russiska stjórnin hevur tosað um eina tillaðingartíð fram til 2026, skrivar DPA tíðindastovan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder