Uttanlands

Dubai: Altjóða floghavn og kent gistingarhús rakt í iranskum álopum

Floghavnir í Dubai og Abu Dhabi eru raktar av iranskum álopum, og tað sama er gistingarhúsið Burj Al Arab

Burj Al Arab-gistingarhúsið í Dubai varð rakt í einum iranskum álopi í nátt (Mynd: EPA)

Burj Al Arab-gistingarhúsið í Dubai varð rakt í einum iranskum álopi í nátt (Mynd: EPA)

2026-03-01 11:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sum aftursvar til amerikonsku og ísraelsku álopini á Iran, hevur Iran lopið á Ísrael og fleiri onnur støð í Miðeystri.

Í gjár varð boðað frá spreingingum í m.a. Barain, Kuvait, og Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum. Felags fyri øll hesi lond er, at tey hava amerikanskar herstøðir.

Í Dubai hava álopini m.a. rakt altjóða floghavnina og kenda gistingarhúsið Burj Al Arab. Ein terminalhøll á floghavnini fekk eitt sindur av skaða, og eisini vórðu fýra starvsfólk særd, men tamarhald var skjótt á støðuni.

Vrakpetti frá einari niðurskotnari dronu vóru orsøkin til, at eldur kyknaði í gistingarhúsinum, men ongar fráboðanir vóru um fólkaskaðar.

Dubai er miðdepilin fyri ferðavinnu og handil í Miðeystri. Nógv fólk ferðast um altjóða floghavnina í Dubai, og Burj Al Arab hevur í nógv ár verið eitt eyðkenni fyri Dubai.

Altjóða Zayed floghavnin í Abu Dhabi varð eisini rakt av einari niðurskotnari dronu, og har lat ein persónur lív, meðan sjey fólk vórðu særd.

Orsakað av álopunum í Miðeystri avlýstu fleiri flogfeløg í gjár allar fráferðir til og úr Miðeystri komandi dagarnar. Talan er m.a. um Norwegian, KLM, og Lufthansa.

Í morgun verður boðað frá, at eisini Emirates avlýsir allar flogferðir til og úr Dubai í fyrstu atløgu fram til seinnapartin í morgin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder