Innanlands

Drotningin kemur til Føroya í summar

Løgmansskrivstovan hevur fingið boð um, at Margreta drotning kemur til Føroya í summar, og tí verður biðið um eykajáttan

Drotningin hevur ikki verið í Føroyum síðan 2016 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Drotningin hevur ikki verið í Føroyum síðan 2016 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-19 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í seinastu nýggjársrøðu sínari avdúkaði Margreta drotning, at hon ætlaði sær at vitja í Føroyum í summar, og nú hevur Løgmansskrivstovan fingið boð um, at drotningin kemur til Føroya, veit Kringvarpið at siga í morgun.

Í nýggjársrøðu sínari 31. desember 2020 segði drotningin soleiðis:

- Eg gleði meg aftur at síggja Føroyar - deiligu oyggjarnar og ærukæra fólkið í Norðuratlantshavi. Og eg gleði meg at síggja stóru menningina, sum er hend síðani seinastu vitjan mína í 2016.

Løgmaður verður vertur fyri drotningavitjanini, og tí verður biðið um eykajáttan til Løgmansskrivstovuna. Talan er um 700.000 krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder