Ein maður er álvarsliga særdur eftir at hann og ein kvinna í morgun máttu gravas út úr húsaleivdunum eftir eitt russiskt dronuálop á vesturukrainska býin Lviv í nátt.
Tað upplýsir guvernørurin í økinum, Maksym Kozytskyj, á boðtænastuni Telegram.
- Ein maður og ein kvinna vórðu funnin í húsaleivdunum í Lviv. Sambært fyribils upplýsingum hevur kvinnan ikki fingið skaða. Støðan hjá manninum er álvarslig, skrivar Kozytskyj.
Borgarstjórin í Lviv, Andrij Sadovyj, upplýsti á Telegram, at russiskar dronur nærkaðust býnum, sum liggur nærhendis markið til Nato-landið, Poland,
Hann skrivaði stutt fyri klokkan 4 í morgun, at tað var “ein hóttan” um eitt álop, og at luftverjan mátti takast í brúk.
- Verið vinarliga sitandi í trygdarrúnunum, skrivaði borgarstjórin.
Eldur kom eisini í ein verksmiðjubygning í nátt orsaka av niðurskotnum dronum.
Loftálop er so at siga gerandiskostur í Ukraina, men tað hendir ikki so ofta, at lopið verður á har vesturi í Ukraina.
Miðskeiðis í august lótu trý fólk lív í einum loftálopið á býin Lutsk, sum liggur minni enn 100 kilometrar frá markinum til Poland og umleið 130 kilometrar í ein útnyðring úr Lviv.
Álopini hava elvt til óttan í grannalondunum, sum eru limir í Nato.
Russland hevur fleiri ferðir framt álop á havnaøkið í Izmajil, sum liggur á norðursíðuni av Donau-ánni, ið er mark millum Ukraina og Rumenia. Rumenia hevur funnist harðliga at hesum álopum, skrivar Ritzau.
Fyrr í hesum mánaðinum doyði ein sivilpersónur í einum russiskum dronuálopi á býin. Rumenia er limur í Nato verjusamgonguni, og er tað Nato-landið, ið ligur nærmast við krígshendingarnar í Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald