Innanlands

Drekkivatnið reint aftur í Kollafirði, á Oyrareingjum og í Signabø

Seinastu drekkivatnskanningarnar vísa, at ongar bakteriur eru í vatninum, boðar Tórshavnar kommuna frá

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-06-23 14:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri hálvari aðru viku síðani varð boðað frá, at drekkivatnið í Kollafirði, á Oyrareingjum og í Signabø var dálkað vegna eitt tekniskt brek á vatnverkinum, og hevur verið heitt á borgarar í hesum bygdum um at kóka vatnið. Men nú er vatnið reint aftur.

Tórshavnar kommuna boðar í dag frá, at kókitilmælið er slept.

Drekkivatnskanningarnar, sum vórðu gjørdar í gjár, týsdagin 22. juni, vísa, at ongar bakteriur eru eftir í vatninum, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder