Innanlands

Drekkivatnið í Hornabø er reint aftur

Nú er ikki longur neyðugt at kóka vatnið, áðrenn drukkið verður, sigur Tórshavnar kommuna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-08-05 11:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fólk í Hornabø í Havn nýtast ikki longur at kóka drekkivatnið.

Í gjár varð boðað frá, at bakteriur vórðu staðfestar í drekkivatninum í Hornabø, og tí varð heitt á fólk í hesum økinum um at kóka drekkivatnið. Men nú boðar Tórshavnar kommuna frá, at drekkivatnið er reint aftur.

Talan var um eina lítla dálking – ein e-coli bakteria pr. 100 ml av vatni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder