2026-08-30 21:25
Fríðrikur kongur og Mary drotning vera við til jarðarferðina hjá Harald kongi av Noregi sum verður mikudagin 9. september á middegi. Jarðarferðin verður úr dómkirkjuni í Oslo.
Donsku kongshjúnini skuldu annars vera í Belgia á vitjan 8. til 10. september, men hendan vitjanin verður útsett.
(Mynd: Sverri Egholm)
Kistan við Haraldi kongi verður mánadagin seinnapartin flutt frá kongsslottinum í Oslo til slotskapellið og frá týsdegnum fær almenningurin møguleika at síggja og ganga framvið kistuni. Hetta verður møguligt til klokkan 18 dagin fyri jarðarferðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald