Uttanlands

Dómarin gav Trump eina ávaring í valdstøkumáli

Fyrrverandi forsetin er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á eina kvinnu í einum passirúmi fyri næstan 30 árum síðani

79 ára gamla E. Jean Carroll á veg inn til rættarfundin týsdagin (Mynd: EPA)

79 ára gamla E. Jean Carroll á veg inn til rættarfundin týsdagin (Mynd: EPA)

2023-04-27 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Dómarin í einum rættarmáli um valdstøku, sum í hesum døgum gongur fyri seg í New York, valdi í gjár at kalla sakførararnar hjá Donald Trump til viks, fyri at biðja teir um at siga við kunda teirra, at hann skal gevast við at umrøða rættarmálið alment.

Fyrrverandi amerikanski forsetin er ákærdur fyri valdsdøku, sum hendi fyri næstan 30 árum síðani.

Trump var ikki sjálvur til staðar í rættinum í New York í gjár.

Men á egna sosiala miðli sínum, Truth Social, skrivaði hann tvær dagføringar um rættarmálið. Her sigur hann millum annað, at talan er um “uppfunnið fupp”.

- Trýr nakar, at eg kundi tikið eina, tá næstan 60 ára gamla kvinnu, ið eg ikki kenni, frá inngongdini til eina sølumiðstøð (tá eg eri ógvuliga kendur fyri at siga tað milt!) og inn í eitt passirúm, skrivaði Trump.

- Hon rópti ikki? Tað vóru ongi vitnir? Ongin sá tað?, leggur Trump afturat, og heldur uppá, at talan er um eina “gívrajagstran” móti honum, skrivar Ritzau.

Hetta fekk Lewis Kaplan, dómara, til at ávara um, at hann kann fáa fleiri sakarmál móti sær, um hann ikki gevst við at umrøða málið.

Sambært dómaranum sær tað út til, at Trump “roynir at tosa við sítt publikum” og við nevningarnar.

79 ára gamla kvinnan, ið ákærir Trump fyri valdstøku, greiddi frá hendingini í vitnisstólinum í gjár.

Hon segði, at hann ikki bert hevði gjørt seg inn á hana, men hevur eisini síðan framt ærumeiðing móti henni.

- Eg eri her, tí Donald Trump valdstók meg. Tá eg skrivaði um tað, leyg hann og segði, at tað ikki hendi, greiddi kvinnan, E. Jean Carroll, frá í rættinum á Manhattan.

Skuldsetingar hennara stava frá endanum av 1995 ella byrjanini av 1996, tá tey bæði møttust í handilshúsinum Bergdorf Goodman.

Carrol sigur, at Trump skumpaði hana inn í eitt passirúm, stongdi hurðina, trýsti hana inn móti vegginum og hálaði sokkabuksur hennara niðurum. Síðan valdstók hann hana, greiddi hon frá í rættinum.

Kvinnan greiddi eisini frá, hvussu hendingin ávirkaði hana í nógv ár.

- Tað merkti, at eg ikki var før fyri at hava eitt kærleikslív aftur, segði hon.

Rættarmálið byrjaði týsdagin. Væntandi varðar máli í eina ella tvær vikur, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder