Mentan

Dokumentarur um Koks í Grønlandi: Síggj brellbitan her

The Most Remote Restaurant in the World er heitið á nýggjum Viaplay dokumentarfilmi, sum hevur fylgt Koks, tá Michelinmatstovan flutti til Grønlands

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-05-12 15:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggjur Viaplay dokumentarur við heitinum "The Most Remote Restaurant in the World" fylgir Poul Andrias Ziska og hansara fólki á matstovuni við tveimum Michelinstjørnum, tá tey í 2022 stinga í sekkin í Føroyum, og byrja upp á eitt ævintýr í Vesturgrønlandi.

- Hóast sjálvsagdar forðingar eru stjørnukokkurin og hansara toymi sannførd um eitt: Tey fara at lata eina gourmetmatstovu í heimsklassa upp júst her, verður sagt um dokumentarin á digitalt.tv.

Dokumentarfilmurin verður lýstur at vera spennandi og erlig søga um eina ómøguliga verkætlan, sum gevur atgongd til eitt serstakt samfleag, sum hyggjarin vanliga ikki sleppur at uppliva. Og so fer at vísa seg, um matstovan klárar at halda støðið, og endurvinna tær báðar Michelinstjørnurnar.

Dokumentarurin verður tøkur á Viaplay 1. juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder