Innanlands

Dimmalætting ikki longur á Portalinum

Framyvir verða greinarnar hjá Dimmalætting at finna á dimma.fo

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-09-21 18:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dimmalætting, sum seinastu árini hevur samstarvað við Portalin um tilfar og lýsingar, gongur nú egnar leiðir og hevur fingið nýggja heimasíðu.

Greinarnar hjá blaðnum verða framyvir bara at finna á heimasíðuni hjá Dimmalætting, á dimma.fo.

Dimmalætting hevur størri ætlanir við heimasíðuni, enn at hon bara skal vera eitt avrit av blaðnum. Ætlanin er, at hon skal vera ein sjálvstøðugur miðil, og tí fara vit eisini at síggja tilfar á heimasíðuni, sum ikki er í blaðnum, verður sagt í tíðindaskrivi.

Netredaktørur er settur at taka sær av heimasíðuni hjá blaðnum.

Dimma.fo sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder