placeholder
Innanlands

Diana P. Strøm sett sum leiðari á demensdeplinum

Depilin á Tjarnargarði verður tann fyrsti av sínum slagi í Føroyum. Hann letur eftir ætlan upp um miðjan apríl 2021

Heðin Mortensen, borgarstjóri, Diana P. Strøm, leiðari á demensdeplinum á Tjarnargarði og Ingun Eidesgaard, eindarleiðari (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Heðin Mortensen, borgarstjóri, Diana P. Strøm, leiðari á demensdeplinum á Tjarnargarði og Ingun Eidesgaard, eindarleiðari (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-01-21 16:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tórshavnar kommuna boðar á heimasíðu sínari frá, at Diana P. Strøm er sett sum leiðari á Demensdeplinum á Tjarnargarði verður tann fyrsti av sínum slagi í Føroyum.

- Endamálið við demensdeplinum er at veita eitt slóðbrótandi, tvørfakligt heildartilboð til borgarar við demenssjúku á øllum stigum í sjúkugongdini. Talan er um búpláss, stuttíðarpláss, virkis- og venjingartilboð eins og ráðgeving. Arbeitt verður við heilsufremjan, fyribyrgjan, endurmenning (rehabilitering) og sjúkrarøktarfakligum átøkum, sum stuðla undir eitt virkið og innihaldsríkt lív, skrivar 

Demensdepilin letur eftir ætlan upp um miðjan apríl 2021. Diana byrjaði í starvinum 1. januar 2021.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder