Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðað, at Dekksentrið í Havn er selt.
Tað skrivar Kappingareftirlitið á heimasíðu sínari.
Tað er felagið Sp/f HPA við Háldan Haldansen, sum keypir Dekksentrið, sambært Kappingareftirlitinum.
Kappingareftirlitið skrivar víðari, at yvirtøkan fer fram við, at verandi partaeigarar taka út vinningsbýti og partapeningurin í P/f Dekksentrinum, sum verður lækkaður til null, og nýggjur partapeningur verður síðani skotin inn og teknaður av Sp/f HPA.
Sp/f HPA hevur virksemi innan fiskivinnu. Í fráboðanini verður eisini greitt frá, at felagið virkar sum holdingfelag og eigur í feløgunum.
P/f Dekksentrið hevur virksemi innan sølu av dekkum og hevur eisini nakað av mekaniskum umvælingum.
P/f Dekksentrið hevur fram til transaktiónina verið ogn hjá Sp/f 1. september 1998 og Sp/f Kvilt, skrivar Kappingareftirlitið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald