
Leygarkvøldið 10. mai hevur Deiggj konsert Stóra Pakkhús í Vági.
Deiggj hevur sín uppruna á Tvøroyri á heysti í 1981, tá tónleikabólkurin varð settur á stovn.
Deiggj hevur øll hesi árini verið ein sera virkin bólkur, og hevur spælt bæði uttanlands og í Føroyum. Teir eru kendir fyri at spæla serliga løg hjá Uriah Heep, men spæla eisini egið tilfar, sum teir eisini hava givið út. Í 2023 gav Deiggj út LP og fløgu ið kallast “Tíð”.
Deiggj fara at spæla egið tilfar, mest frá nýggju útgávuni ”Tíð” og av plátuni “Stormávaring” og eisini stakløg, ið Deiggj hevur givið út gjøgnum tíðirnar. Møguleiki verður at ogna sær nýggju lp/fløguna “TÍД.
Konsertin varir umleið ein tíma og Pakkhúsið er opið aftaná til kl 23. Tað er Summartónar sum skipa fyri konsertini, sum byrjar kl 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald