Innanlands

Datt og breyt beinið í fjøllunum

Maðurin var staddur omanfyri Klíningsgjógv, ímillum Slættanes og Oyragjógv, á Vágoynni, og boðaði sjálvur frá. Tað tók undir ein tíma at fáa hann á Landssjúkrahúsið

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-03-25 16:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var beint eftir klokkan eitt í gjár, klokkan 13.13, sambært Vørn, at ein maður datt og fekk skaða í beinið í fjøllunum á Vágoynni. 

Persónurin var staddur omanfyri Klíningsgjógv - tað er ímillum Slættanes og Oyragjógv. 

Heimasíðan jn.fo skrivar, at boð vórðu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantsflogi. Tyrlan fekk mannin á Landssjúkrahúsið, og tað vísti seg, at hann hevði brotið beinið.

Frá tí at fráboðanin kom, til persónurin kom á sjúkrahúsið, gingu tað 52 minuttir, sambært upplýsingunum hjá Vørn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder