Uttanlands

Danskir flokkar vilja ikki seta avmarkingar í verk

Koronakoppseting skal ikki gerast ein treyt fyri at luttaka í samfelagnum, halda Enhedslisten, SF og Dansk Folkeparti

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-07-26 10:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri evropeisk lond umhugsa at seta avmarkingar í verk fyri tey, sum ikki eru koppsett fyri koronu. Eitt nú sigur ein av ovastu ráðgevunum hjá týska samveldiskandslaranum, Angela Merkel, at tað ikki er óhugsandi, at ókoppsett fólk í framtíðini ikki sleppa á bar ella matstovu, um Týskland verður rakt av einari fjórðu smittubylgju. Men í eitt nú Danmark tykist undirtøka ikki at vera fyri hesum.

Les eisini: Týskland: Umhugsa at seta avmarkingar í verk fyri ókoppsett fólk

Í øllum førum eru flokkarnir Enhedslisten, SF og Dansk Folkeparti ímóti, skrivar Ritzau.

– Vit koma ongantíð at gera koppseting til eina treyt fyri at luttaka í samfelagnum. Vit kunnu brúka kanning sum eitt alternativ, og tað er rættiliga umráðandi, sigur Kirsten Normann Andersen, framsøgufólk í heilsumálum hjá SF.

Framsøgufólkið í heilsumálum hjá Dansk Folkeparti, Liselott Blixt, vísir eisini á, at har eru nøkur, sum ikki kunnu fáa koppsetingina, og at Danmark sum heild hevur góða undirtøku fyri koppsetingini.

– Vit hava eina rættiliga góða undirtøku fyri koppseting í Danmark, so eg haldi vit skulu vera errin av, at vit kunnu handfara, at summi sjálvi velja tað frá, og so liva vit við tí.

Peder Hvelplund, framsøgufólk hjá Enhedslisten tekur heldur ikki undir við at seta avmarkingar í verk, tí fólk sjálvi skulu hava møguleikan at taka avgerðirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder