Uttanlands

Danmark sleppur kravinum um munnbind

Frá mánadegnum verður bert sett krav um munnbind til fólk, ið standa stúvað saman í tokum og bussum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-06-10 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Frá mánadegnum verður ikki longur krav um at bera munnbind í Danmark. Einasta undantakið er, tá fólk standa trokað saman í bussum og tokum.

Hetta upplýsir danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, á tíðindafundi í morgun, skrivar Ritzau.

Drúgvar samráðingar hava verið millum politisku flokkarnar um nýggju tilmælini í Danmark, og úrslitið er ein umfatandi uppafturlating av samfelagnum.

Eitt nú verður bert sett krav um munnbind, tá fólk standa uppi tætt saman í kollektivu ferðsluni.

Frá 1. september detta øll krøv um munnbind burtur, framgongur í avtaluni, sum politisku flokkarnir hava gjørt.

Undir allari koronakreppuni hevur spurnartekn verið sett um virknaðin av at bera munnbind. Eitt nú segði stjórin fyri danska heilsustýrið, Søren Brostrøm, í apríl í fjør, at tað ikki vóru nóg góð prógv fyri, at munnbind hava nakran virknað.

Í juli segði hann eisini, at tað ikki gav nakra meining at seta krav um at bera munnbind.

Men í august varð kósin skift, tá myndugleikarnir settu krav til øll um at bera munnbind í kollektivu samferðsluni.

Í oktober vórðu reglurnar herdar, so munnbind eisini gjørdist eitt krav, eitt nú í handlum og matstovum. Hesi krøv eru framvegis galdandi, men verða tikin av frá mánadegnum at rokna, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder