Uttanlands

Danmark: Nærum ein hálv millión liðugt koppsett fyri koronu

Talið á dønum, sum hava fingið fyrru koppsetingina liggur beint omanfyri milliónini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-04-18 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á dønum, sum eru liðugt koppsettir fyri koronu nærkast 500.000.

Sambært seinastu tølunum frá Statens Serum Institut hava tilsamans 496.719 persónar fingið seinnu koppsetingina. Sostatt eru 8,5 prosent av danska fólkinum liðugt koppsett.

Talið á teimum, sum hava fingið fyrru koppsetingina er beint omanfyri einari mió. Tað svarar til 17,8 prosent av danska fólkinum.

Sostatt hava tey í Danmark koppsett ein næstan líka stóran part av fólkinum sum vit í Føroyum. Í Føroyum eru 9 prosent av fólkinum liðugt koppsett, og 17,9 prosent hava fingið fyrru koppsetingina.

Danmark hevur koppsett við trimum ymiskum koppingarevnum – frá Pfizer/BioNTech, Moderna og AstraZeneca. Koppingarevnið hjá AstraZeneca hevur tó ikki verið í brúk síðan 11. mars. Í Føroyum verður koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech brúkt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder