Uttanlands

Danmark: Koppsettur við tveimum ymiskum koppingarevnum? So kanst tú fáa eitt triðja prik

Í fleiri londum er krav, at ferðafólk eru koppsett tvær ferðir við sama koppingarevni, áðrenn tey sleppa inn í landið, tí tey, sum eru koppsett við tveimum ymiskum koppingarevnum ikki verða roknað sum liðugt koppsett

Myndugleikarnir í Danmark vrakaðu koppingarevnið hjá AstraZeneca í vár (Savnsmynd)

Myndugleikarnir í Danmark vrakaðu koppingarevnið hjá AstraZeneca í vár (Savnsmynd)

2021-07-26 07:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Uml. 150.000 borgarar í Danmark eru koppsettir við tveimum ymiskum koppingarevnum. Tey flestu eru heilsu- og røktarstarvsfólk, sum fyrst vórðu koppsett við koppingarevninum hjá AstraZeneca, sum í vár var tikið úr donsku koppsetingarætlanini, og sum síðani fingu seinna prikið við mRNa-koppingarevni frá Pfizer/BioNTech ella Moderna.

Danska heilsumálaráðið upplýsir fyri DR, at tey, sum eru koppsett við tveimum ymiskum koppingarevnum fáa tilboð um eitt triðja prik við einum mRNa-koppingarevni, eftir at koppsetingarætlanin er gjøgnumførd.

– Heilsustýrið hevur mett, at tað heilsufakliga er best at bjóða teimum enn ein skamt av mRNa-koppingarevni, verður sagt.

Tað var í apríl, at donsku myndugleikarnir gjørdu av at taka koppingarevnið hjá AstraZeneca úr koppsetingarætlanini, eftir at fleiri koppsettir persónar høvdu fingið álvarsom hjáárin.

Í fleiri londum er krav, at ferðafólk eru koppsett tvær ferðir við sama koppingarevni, áðrenn tey sleppa inn í landið, tí tey, sum eru koppsett við tveimum ymiskum koppingarevnum ikki verða roknað sum liðugt koppsett. Danska uttanríkismálaráðið heitir á borgarar, sum eru koppsettir við tveimum ymiskum koppingarevnum, um at kanna málið hjá lokalum sendistovum ella lokalu myndugleikunum, áðrenn tey fara at ferðast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder