Uttanlands

Danmark hevur latið sendistovu sína í Iran aftur

- Kunnu ikki longur leggja rygg til, at vit skulu hava sendifólk til staðar í Teheran, staðfestir Lars Løkke Rasmussen

Lars Løkke Rasmussen staðfestir, at avgerðin var tikin frá nøkrum døgum síðani, og at tað  stonguslin er framdur - í loyndum. Fólkini eru farin av sendistovuni og úr Iran (Savnsmynd: EPA)

Lars Løkke Rasmussen staðfestir, at avgerðin var tikin frá nøkrum døgum síðani, og at tað stonguslin er framdur - í loyndum. Fólkini eru farin av sendistovuni og úr Iran (Savnsmynd: EPA)

2026-03-10 16:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ófriðurin í Miðeystri ávirkar á nógvan ymiskan hátt, og nú hevur Danmark latið sína sendistovu í iranska høvuðsstaðnum.

Hetta váttaði Lars Løkke Rasmussen á tíðindafundi seinnapartin.

- Sum trygdarstøðan er í Teheran, kunnu vit ikki longur leggja rygg til, at vit skulu hava sendifólk til staðar, segði uttanríkisráðharrin við danskar miðlar.

Hervið fylgir Danmark "linjuni" hjá fleiri øðrum evropeiskum londum.

Lars Løkke Rasmussen staðfestir, at avgerðin var tikin frá nøkrum døgum síðani, og at tað er framt - í loyndum. Fólkini eru farin av sendistovuni og úr Iran.

Iran hevur verið undir álopum frá USA og Ísrael í yvir eina viku Sambært amerikanska verjumálalaráðharranum, Pete Hegseth, verður hetta ein dagur við "ógvusligari og fleiri álopum" enn undanfarnu dagarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder