Danska stjórnin hevur í kvittanum at koma við einum lógaruppskoti, sum skal gera tað ólógligt at brenna koranina á mótmælistiltøkum.
Serliga Danmark og Svøríki eru komin í trupulleikar uttanríkispolitiskt orsaka av fleiri mótmælisgongum móti islam, har koranin, sum er heilaga skriftin hjá muslimum, er brend.
Í gjár boðaði danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, frá, at ætlanin er at koma við einum lógaruppskoti í heyst, sum skal forða fyri hesum.
Í dag fingu umboð fyri flokkarnar á fólkatingi eina kunning um ætlanina, men enn er ikki komið fram í staklutum, hvat tað er, sum ætlanin er at gera.
Uppskotið kemur eftir at ein røð av muslimskum londum hava mótmælt hendingunum, sum eru farnar fram framman fyri sendistovunum hjá hesum londum í Danmark og Svøríki. Í dag verður málið viðgjørt í millumtjóða felagsskapinum OIC (Organisation of Islamic Cooperation), har 57 muslimsk lond eru limir.
Sambært Lars Løkke Rasmussen er ynskið hjá stjórnini at vísa politiskan vilja til at taka trupulleikan í álvara. Hetta er ikki tí, at stjórnin kennir seg trýsta til tað, segði hann við tíðindafólk uttan fyri Christiansborg í dag.
- Tað er tí at vit hava gjørt eina politiska meting av, hvat er til gagns fyri okkum øll. Tað snýr seg um at røkja donsku áhugamálini úti í heimi, og eisini trygdina hjá okkara borgarum. Men eisini geopolitisku støðuna, vit eru í í løtuni við kríggi í Ukraina og við londum sum Russlandi, sum eru við at birta uppundir ótryggleikan, segði Lars Løkke Rasmussen.
Stjórnin hevur nú sett løgfrøðingarnar í løgmálaráðnum til at finna út av, hvussu eitt bann kann orðast.
Stjórnin skal ikki rokna við at fáa stóra undirtøku fyri einum slíkum uppskoti á fólkatingi. Bæði úr høgru og vinstru síðu siga politikarar, at tað er skeivt av stjórnini at skerja framsøgufrælsið og geva seg undir trýst frá harðræðislondum.
![]()
Kring allan muslimska heimin eru fólk farnar út á gøturnar fyri at vísa sína ónøgd yvir, at Danmark og Svøríki loyvir fólki at brenna teirra heilagu bók (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald