Mentan

Dania fekk Ebbuna 2024

Hátíðarhald var á Býarbókasavninum í Havn í dag, tá Rithøvundafelag Føroya handaði ársind Ebbu-virðisløn

2024-05-24 18:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ársins Ebbu-virðisløn varð í dag latin Daniu O. Tausen á hátíðarhaldi á Býarbókasavninum í Havn. Grundgevingin hjá Rithøvundafelagi Føroya at lata Daniu virðislønina er soljóðandi:

Dania O. Tausen hevur longu skrivað og sungið seg inn á listapallin, ikki bara í Føroyum, men eisini út um 200 fjórðingar. Hon kom við ein frískum loti inn á bókmentapallin við yrkingasavninum "Skál", sum hevur gingið sína sigursgongd á føroyskum og útlendskum máli. Savnið ber brá av eyðmýkt og eini menniskjaligari lýsing av tí verðsliga, og hvussu tað kann samantvinnast við tað andaliga.

Dania hevur eisini latið úr hondum tvær plátur undir egnum navni, samstundis sum hon er við í bólkinum Aggrasoppar. Tekstirnir á hennara egnum plátum eru ikki bara lættir sangtekstir, teir hava skaldsligt fl og og seta tilveruligar spurningar. Málið er heimligt og gerandisligt og fylt við heimligum orðamyndum.

Eitt annað, sum Rithøvundafelagið serliga hava bitið merki í, eru evnini, sum Dania hevur til at skipa fyri bókmentatiltøkum, ikki minst væl vitjaðu yrkjarakvøldunum: Yrkingar í Sirkus. Við vinsemi og rúmligheit hevur hon tveir teir seinastu vetrarnar boðið bæði royndum og óroyndum yrkjarum at lesa upp egnar yrkingar.

Ein heit fevnandi kensla hevur merkt hesi kvøldini, øll hava kent seg væl, bæði áhoyrarar og tey útinnandi, tí Dania hevur megnað at skapa eitt trygt rúm í rúminum, ja so mikið trygt, at hvørt kvøld eru sjálvbodnir yrkjarar komnir upp at lesa yrkingar, bæði gamlar og so nýggjar, at blekkið nóg illa er tornað. Við hesum hevur Dania megnað at broyta ráðandi hugburðin um, at yrkingar eru hátíðarligar og stívar, og hevur skapt ein nýggjan pall fyri bókmentir í Føroyum, har leik og lærd standa lið um lið og seta orð á verðina, vit liva í.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder