Innanlands

Dalstunnilin letur upp seinnapartin

Hátíðarhald verður við tunnilsmunnan í Dali kl. 14. Hetta er fyrsti tunnil, sum Landsverk hevur bygt í 20 ár

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2026-07-18 08:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stórur dagur í Dali í dag. Dalstunnilin loysir gomlu farleiðina um Dalslíð av.

Hátíðarhald verður við tunnilsmunnan í Dali klokkan 14 og klokkan 13:20 verður skipað fyri renning, súkkling ella gongutúri gjøgnum tunnilin úr Húsavík til Dals.

Sjøtul varð settur á Dalstunnilin 16. mai 2019. Táverandi landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, loysti fyrsta flagið við einum haka, sum Bødvar Hjartvarsson í Dali hevur gjørt, og sum bygdahúsið í Dali fekk til ognar aftaná.

5. november 2020 varð fyrsta skotið til Dalstunnilin latið av. Tað var tá 85 ára gamla Vilhelmina Larsen, úr Dali, sum lat fyrsta skotið av. Í 2021 byrjaði arbeiðið at bora frá Húsavík til Dals, og 17. november 2022 var helvtin borað.

9. november 2023 hevði Annfinn Johannesen heiðurin av at skjóta seinasta skotið fyri tunlinum. Annfinn er eisini dalbingur, og hevur í góð 40 ár arbeitt sum maskinførari hjá Landsverki, m.a. við at halda gamla Dalsvegin opnan við kavagrevstri.

Tunnilin er mettur at kosta uml. 180 milliónir krónur og er 2219 metrar langur og átta metrar breiður.

Tað er fyrstu ferð síðani Gásadalstunnilin í 2006, at Landsverk hevur gjørt ein tunnil - og ikki bara verið byggiharri.

Praktisk kunning í sambandi við hátíðarhaldið sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder