Ítróttur

Daley Blind skiftir til hollendskan fótbólt

Leikarin í Manchester United fer aftur til Ajax

Daley Blind (t.v.) í dysti fyri Manchester United ímóti Ajax (Mynd: EPA)

Daley Blind (t.v.) í dysti fyri Manchester United ímóti Ajax (Mynd: EPA)

2018-07-17 12:41 Author image
Ari av Rana
placeholder

Manchester United og Ajax eru blivin samd um, at hollendski landsliðsleikarin Daley Blind skiftir aftur til Ajax.

Ajax skal gjalda 14,1 mió. pund fyri leikaran, men avtalan fer møguliga at kosta 18,5 mió. pund, alt eftir hvussu leikarin klárar seg í Ajax.

Daley Blind skifti frá Ajax til Manchester United í 2014 fyri 13,8 mió. pund. Hann spældi 141 ferðir fyri Manchester United og skoraði seks ferðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder