Innanlands

Christmas Child: Senda aftur skógvaeskjur til Ukraina

Í mong ár hava føroyingar verið sera raskir at sent skógvaeskjur við jólagávum til børn kring heimin, og freistin at savna inn eskjur í ár er 25. oktober.

(Mynd: Christmas Child Føroyar)

(Mynd: Christmas Child Føroyar)

2026-10-14 19:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú er aftur tíðin, har Christmas Child-eskjur verða savnaðar inn í Føroyum.

Í mong ár hava føroyingar verið sera raskir at sent skógvaeskjur við jólagávum til børn kring heimin, og aftur í ár fara føroyingar at senda eskjur til børn í Ukraina.

– Eins og undanfarin ár, so samstarva vit í Føroyum við Christmas Child í Onglandi, og haðani hava vit fingið at vita, at eskjurnar í ár verða senda til Ukraina. Vón okkara er, at føroyingar í ár eins og undanfarin ár taka væl undir við hesum arbeiði, skrivar Christmas Child Føroyar.

Á heimasíðuni hjá Christmas Child Føroyar ber til at fáa meira kunning um átakið. Seinasti dagur at savna eskjur inn er 25. oktober.

Í fjør fóru skógvaeskjurnar til Ukraina og Miðasia. Tilsamans 3.123 eskjur vórðu sendar úr Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder