Uttanlands

Chewbacca er farin

Sjónleikarin Peter Mayhew andaðist 30. apríl

2019-05-03 12:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sjónleikarin Peter Mayhew sum í fimm Star Wars-filmum spældi Chewbacca, andaðist 30. apríl. Mayhew andaðist í heimi sínum í Texas 74 ára gamal.

Enski sjónleikarin er serliga kendur fyri sín leiklut sum Chewbacca, sum hann fyrstu ferð spældi í “Star Wars” filminum frá 1977. Hann spældi eisini “Chewie” í “The Empire Strikes Back” frá 1980, “The Return of the Jedi” frá 1983, “Revenge of the Sith” frá 2005 og “The Force Awakens” frá 2015.

- Hann var mín partamaður í filmum og mín vinur í fleiri enn 30 ár. Eg elskaði hann. Hann legði sína sál í leiklutin, og tað hevði við sær stóra gleði fyri Star Wars-fjepparar, segði Harrison Ford um vin sín.

Í filmunum var Chewbacca partamaðurin hjá Han Solo, sum varð spældur av Harrison Ford.

Áðrenn hann fekk leiklutin sum Chewbacca starvaðist Peter Mayhew sum portørur á einum sjúkrahúsi. Hann fekk leiklutin orsaka av síni hædd. Hann var 218 sentimetrar høgur. George Lucas, sum leikstjórnaði filmarnar, vildi fyri alt í verðini finna ein persón, sum var hægri enn Darth Vader, at spæla við í filmunum.

placeholder
placeholder