Mentan

Cake: Nýtt staklag frá Kóboykex

Teksturin snýr seg um javnrættindi - Javnrættindi til onnur, merkir ikki færri rættindir til tín. Tað er ikki ein kaka, siga Heiðrikur og Sigmundur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-07-06 10:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggi føroyski bólkurin Kóboykex, ið er mannaður av Sigmundi Zachariassen og Heiðriki á Heygum, hava júst givið út teirra nýggja staklag, ið kallast “Cake”.

Teksturin í “Cake” snýr seg um javnrættindi -”Javnrættindi til onnur, merkir ikki færri rættindir til tín. Tað er ikki ein kaka”, siga Heiðrikur og Sigmundur.

Kóboykex hava verið nógv um seg seinastu tíðina, har teir hava spælt á fleiri festivalum. Eitt nú á The Great Escape í Onglandi og her í Føroyum á Country Festivalinum, og skjótt nú eisini á G! Festivalinum. Í vetur eru teir ein av teimum útvaldu bólkunum, ið skulu spæla á Iceland Airwaves saman við nøvnum sum Brimheim, Janus Rasmussen, Guðrið Hansdóttir og Marius DC.

Sigmundur er vanliga kendur frá bólki sínum Joe & the Shitboys, ið vann besti bólkur til FMA 2019, og hann er við at byggja sær stórt navn upp á uttanlanda punk scenuni. Fjøllistamaðurin Heiðrik kenna vit frá plátum hansara Funeral og Illusions, har landaplágur sum “Change of Frame”, “Monster” og “Hope You’re Crying” eru á.

Sigmundur og Heiðrikur siga, teir fáa íblástur frá tónleikinum hjá Beck, Ennio Morricone, Patsy Cline, The White Stripes, Mirwais og gomlum spaghetti western filmum.

Hoyr og síggj Cake sum Gwenaël Akira Helmsdal Carré hevur upptikið omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder