Innanlands

Byrja at koppseta í Íslandi í dag

Heilivágur til 5.000 fólk var í fyrstu sending, sum kom í gjár

Fyrstu skamtirnir komu til Íslands í gjár (Mynd: ruv.is)

Fyrstu skamtirnir komu til Íslands í gjár (Mynd: ruv.is)

2020-12-29 07:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag verður farið undir at koppseta teir fyrstu íslendingarnar. Fyrstu skamtirnir av koppsetingum frá Pfizer/BioNTech komu til Íslands í gjár, og nú er klárt at fara undir koppseting av eldri íslendingum og fólki, sum starvast innan heilsurøktina.

Klokkan 9 íslendska tíð verða tey fyrstu koppsett. Talan er um fýra starvsfólk hjá íslendska landslæknaembætinum.

Ein tíma seinni byrja koppsetingarnar á røktarheiminum Seljarhlíð. Í fyrstu sending til Íslands var heilivágur til at koppseta 5.000 fólk, skrivar ruv.is. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder