Innanlands

Bussleiðin í høvuðsstaðnum dagførd

Broytingar eru gjørdar á leið 2 og 4, nú arbeiðið á Landavegnum er liðugt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-20 17:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú arbeiðið á Landavegnum er liðugt, eru broytingar gjørdar á leið 2 og leið 4 hjá Bussleiðini hjá Tórshavnar kommunu, og um vikuskiftið varð nýggj ferðaætlan tikin í brúk.

Broytingarnar eru hesar:

  • Leið 2 koyrir ikki eftir ovara parti av Velbastaðvegnum, men koyrir eftir Landavegnum, Heygsvegnum, niðara parti av Velbastaðvegnum, eftir J.C. Svabos gøtu og heim í býin.
  • Leið 4 koyrir ikki longur niðan eftir Dalavegnum út til Glasir, men koyrir eftir Jóannesar Paturssonar gøtu, Landavegnum til Glasir.
  • Bæði leið 5, (sum ikki koyrir í summarfrítíðini), leið 6 og leið 8, koyra nú eftir Landavegnum.

Dagførd ferðaætlan við minutttølum til hesar báðar leiðirnar sæst her. Hon liggur eisini á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu. 

Eftir summarfrítíðina verða dagførdar ferðaætlanir settar upp úti við busssteðgistøðini, sigur kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder