Innanlands

Búskaparráðið: Kortini ikki tørvur á 89 starvsfólkum á barnamenningarøkinum

Í upprunaligu temafrágreiðingina stóð, at tørvur er á 89 starvsfólkum á barnamenningarøkinum í Tórshavnar kommunu í verandi løtu. Hetta er ikki rætt. Tað staðfestir nú fráfarna Búskaparráðið, ið hevur endurskoðað útrokningarnar

Nú fráfarna Búskaparráð hevur rættlisið og eftirkannað allar útrokningar  sambært teimum givnu fortreytunum  og hevur harvið givið týðandi rættingar í partinum um barnamenning.

Nú fráfarna Búskaparráð hevur rættlisið og eftirkannað allar útrokningar  sambært teimum givnu fortreytunum og hevur harvið givið týðandi rættingar í partinum um barnamenning.

2021-05-21 16:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðst í apríl legði Búskaparráðið fram sína temafrágreiðing um starvsfólkatørvin á vælferðarøkinum næstu 10 árini.

Ein partur av frágreiðingin kundi geva ta fatan, at tørvur er á 89 starvsfólkum á barnamenningarøkinum í Tórshavnar kommunu í verandi løtu. Hetta er tó ikki rætt. Tað staðfestir nú fráfarna Búskaparráðið, ið hevur endurskoðað frágreiðingina -  rættlisið og eftirkannað allar útrokningar  sambært teimum givnu fortreytunum -  og hevur týðandi rættingar gjørdar í partinum um barnamenning.

- Í sambandi við greiningarnar av barnamenningarøkinum hava fortreytirnar ikki kunnað verið grundarlag undir teimum niðurstøðum, ið stóðu í upprunaliga frágreiðingini. Verður tikið støði í tali av innskrivaðum børnum á stovnum, sum Tórshavnar kommuna hevur upplýst, er ikki tørvur á fleiri starvsfólkum.

Av hesari ørsøk er hetta tikið burtur úr frágreiðingini.

Frágreiðingin staðfesti, at stórur tørvur er á starvsfólki innan alt vælferðarøkið næstu tíggju árini. Eisini er tørvur á fólki at arbeiða innan barnamenning

- Tað er ógvuliga umráðandi, at allar niðurstøður verða gjørdar á røttum grundarlagi fyri at tryggja góðskuna á kjakinum. Tí velur Búskaparráðið eisini at gera vart við rættingarnar, ið eru gjørdar.

Uppgávurnar hjá Búskaparráðnum verða nú partur av arbeiðinum hjá nevndini í Landsbankanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder