Innanlands

Brynhild Thomsen heldur flaggdagsrøðuna í Havn

Havnar Hornorkestur skipar fyri flaggdagshaldinum í Havn, sum verður klokkan 15 á Vaglinum

2026-04-21 07:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftur í ár skipar Havnar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi í Havn flaggdagin 25. apríl.

Flaggdagshaldið verður leygardagin seinnapartin klokkan 15 á Vaglinum.

Havnar Hornorkestur gongur saman við skótunum í Havn skrúðgongu úr skúlagarðinum hjá Sankta Frans skúla oman á Vaglið, har Brynhild Thomsen, journalistur og samskiftisfólk, heldur flaggrøðuna.

Brynhild var í fleiri áratíggju aktualitetsjournalistur á bløðum og í kringvarpi. Í dag er hon samskiftisfólk á Fróðskaparsetri Føroya.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder