Mentan

Brúðurin Tina og smílandi Kári

Nú verður bíðað eftir at atkvøðurnar koma inn og verða taldar upp

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-18 20:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú er tað upp til hyggjararnar at avgera hvør skal sleppa við til fimta umfar í XFactor Liveshow.

Tina og Kári vóru tey síðstu á pallinum í kvøld.

Hesa ferð var Tina ikki í buksudrakt, sum hon hevur verið hini kvøldini.

Nei, nú var hon útgjørd til tað heilt stóra. Til at syngja stilla sangin “Same Girl” hevði Tina lagt skógvarnar eftir í skiftingarrúminum, og traðkaði út á pallin berføtt í glitrandi silvurlittum kjóla, silvursmurd um eyguni og so við glitrandi sløri fyri andlitið, stjørnuprýddum diadem og langum sløri.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Og so stóð hon heilt still og sang vakra sangin, ja.. gjøgnum slitrandi slørið, sum ikki varð tikið frá andlitinum fyrr enn sangurin var av.

- Tú kanst nakað heilt serligt. Tú hvílir í tínari egnu rødd. Hetta var vakurt, tú ert full í frábrigdum, og tað eyðkennir eina góða sangarinnu, segði Blackmann.

Martin Jensen var samdur, men tyktist troyttur av, at Tina bara syngur sjelarar.

- Eg kundi hugsa mær at uppliva teg við einum up-tempo sangi, segði Martin Jensen, sum er DJ og framleiðari.

Mentorin hjá Tinu, Kwamie Liv, var bergtikin.

- At standa so nakin vokalt – hetta er nakað av tí vakrasta eg havi upplivað. Tú ert so professionell. Eg hevði ikki torað at vóna at sleppa at arbeiða við einum sum tær. Hetta var vilt, segði Kwamie Liv.

Smittandi smílið av Toftum

Kári Fossdalsá kom sum tann seinasti luttakarin inn við einum meira uptempo sangi, “Rewind the Stars” úr yndisfilminum hjá Martin Jensen, “The Greatest Showman”.

Sangurin varð góðtikin, hóast Kwamie Liv vísti á, at røddin kanska knekkaði onkrastaðni, har hon ikki skuldi.

Men tað er smílið, sum Kári koyrir tað heim uppá.

- Hetta var ein ógvusligur mótsetningur til tað, sum Tina kom við. Men tú megnar at syngja og smílast samstundis. Tað gjørdi meg heilt glaðan, segði Blackmann.

Kwamie Liv frøddist eisini um tað smittandi smílið av Toftum.

- Tú gjørdi tað gott, Kári, segði hon.

Martin Jensen var sera fegin um framførsluna. Hann gjørdi vart við, at Kári hevur verið sjúkur hesa vikuna. Mikudagin kundi hann als ikki syngja. Í kvøld gjørdi hann tað til UG.

- Og so hava vit eisini gjørt Thomas Blackmann glaðan – tað er stórt, segði mentorurin hjá Kára.

Nú verður bíðað eftir atkvøðunum. Tú kanst eisini atkvøða:

Fyri Tinu skal atkvøðast TI til 1234

Fyri Kára skal atkvøðast KA til 1234 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder