Innanlands

Broytingin av Kærustovninum til almenna hoyring

Ætlanin er at geva Kærustovninum fleiri heimildir, so hann kann virka sum sjálvstøðugur myndugleiki

Kærustovnurin heldur til í neystinum hjá Havnar Róðrarfelag í Álakeri

Kærustovnurin heldur til í neystinum hjá Havnar Róðrarfelag í Álakeri

2021-04-04 14:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsstýrið ætlar at umskipa Kærustovnin, soleiðis at stovnurin fær fleiri heimildir og fer at virka sum sjálvstøðugur myndugleiki.

Ætlanin er at fremja broytingina í stigum yvir tvey ár. Skotið verður upp at avtaka átta kærunevndir og tríggjar avgerðarnevndir, sum Kærustovnurin í dag er skrivstova fyri, og flyta heimildirnar til Kærustovnin.

Fyrimunurin við nýggju skipanini er millum annað, at hon er meira liðilig, og at mál ikki noyðast at bíða eftir nevndarfundi at verða avgreidd. Undir málsfyrireiking kann Kærustovnurin inndraga neyðugan serkunnleika, so at hetta er ein partur av grundarlagnum fyri at taka avgerðina.

Verður uppskotið samtykt, verða fyrstu kærunevndirnar avtiknar 1. januar 2022 og seinasta nevndin verður avtikin 1. januar 2024.

Uppskotið er til almenna ummæli, og ummælisfreistin er 3. mai.

Kærunevndir, sum í løtuni eru skipaðar kring Føroya Kærustovn, eru hesar: Kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum. Skatta- og avgjaldskærunevndin. Kærunevndin í lendismálum. Vinnukærunevndin. Kærunevndin fyri Studna. Skuldarumskipanarnevndin. Kærunevndin hjá Barsilsskipanini. Kærunevndin hjá Arbeiðsloysisskipanini (ALS). Fjølmiðlanevndin. Høvuðsbarnaverndarnevndin. Psykiatriska sjúklingakærunevndin. Tvingsilsnevndin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder