Uttanlands

Britney loyst úr haftinum hjá pápanum

Dómstólur hevur gjørt av at pápin ikki longur skal vera verji hjá kendu sangarinnuni

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-09-30 08:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stríðið hjá amerikansku sangarinnuni, Britney Spears, móti pápa sínum, Jamie Spears, er nú av.

Í gjár avgjørdi ein dómstólur í Los Angeles, at Jamie Spears ikki longur er verji hjá dóttur síni, skrivar Reuters.

- Núverandi støðan er ikki haldbær. Hetta er eitt eitrandi umhvørvi, sum krevur, at skipanin við  Jamie Spears sum verja, má støðga í stundini, segði dómarin, Brenda Penny, árættarfundinum í gjár.

Í staðin útnevndi dómstólurin ein fyribils verja. Tað verður ein skrásettur grannskoðari, sum fær hesa uppgávuna, skrivar dpa tíðindastovan.

Seinni í november fer dómstólurin at taka støðu til, um skipanin við einum verja skal halda fram ella støðga.

Framman fyri rættarbygninginum hoyrdust fagnaðarróp frá fjepparum hjá Britney Spears, tá rætturin kunngjørdi sína avgerð.

Britney Spears hevur ikki sjálv verið við á rættafundunum, men var umboðað av advokati.

Í 13 ár hevur Jamie Spears havt fulla ábyrgd av ognini hjá dótturini, sum verður mett at vera umleið 60 milliónir dollarar, ella yvir 380 milliónir krónur.

Britney Spears hevur fleiri ferðir roynt at fingið rættin til at avlýsa hesa skipan.

Í summar vitnaði hon fyri rættinum í Los Angeles um skipanina við pápanum sum verja. Hon kallaði skipanina ræðuliga.

- Um rætturin ikki sær hetta sum misnýtslu, so veit eg ikki, hvat misnýtsla er, segði Britney Spears í einum videofundi í rættinum.

Pápin bað fyrr í september dómstólin um at avtaka skipanina. Hann segði tá, at støðan hjá dóttrini er broytt, og at hon ikki longur hevur tørv á verja.

Frá 2008 til 2019 tók Jamie Spears allar avgerðir viðvíkjandi lívinum hjá dóttrini. Hetta varð gjørt í samráð við einum sakførara. Síðan hevur pápin bert stýrt teimum fíggjarligu og handilsviðurskiftunum. Hetta er gjørt umvegis eitt umsitingarfelag hjá honum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder