
Hon er eitt tað heitasta navnið í donskum popptónleiki, hon hevur verið á fyrstu konsertferðini í Europa, og nú kemur hon á Summar Festivalin at framføra.
Brimheim kann vera trupul at seta í bás tónleikaliga, men púra vist er, at hon er ein óvanliga dugnalig songkvinna og sangskrivari. Hon hevur skrivað nýskapandi poppsangir og hevur vunnið hjørtuni á bæði fólki og ummælarum.
Hon hevur ferð eftir ferð verið tilnevnd týðandi virðislønir og hevur vunnið fleiri teirra. Ummælini av útgávum hennara hava verið sum satt stjørnuregn, og á palli er hon framúrskarandi.
Helena Heinesen Rebensdorff hevur føroyska mammu og hevur tætt samband við Føroyar og føroyska mentan, hóast hon í stóran mun hevur búð og virkað tónleikaliga í og úr Danmark.
– Føroyska mentanin hevur formað meg nógv sum listafólk og menniskja, og eg eri altíð so inspirerað, tá ið eg eri í Føroyum. Mamma er her í Føroyum, og eg havi familju og nógv vinfólk, so eg royni at koma her so ofta, sum eg kann, sigur Brimheim.
Leygarkvøldið hevur Brimheim konsert saman við bólki sínum á stóra palli á Summar Festivalinum.
Samrøða við Brimheim sæst omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald