Innanlands

Bridgehúsið alment tikið í nýtslu

Sunnudagin var opið hús í nýggja Bridgehúsinum

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-09-26 20:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var opið hús í sambandi við, at Bridgehúsið alment varð tikið í nýtslu.

Articon hevur staðið fyri arbeiðinum, sum byrjaði í januar við at planera stykkið. Síðani byrjaðu teir at seta upp formar, og 15. september stóð tað liðugt.

Tað eru um seks ár síðani, at nevndin fyri Brigdehúsið vendi sær til Tórshavnar kommunu viðvíkjandi eini varandi loysn fyri Brigdehúsinum í Gundadali, ið fevnir um virksemi hjá teimum trimum brigdefeløgunum í Havn. Samskifti var síðani við Bridgehúsfelagið um yvirtøku av bridgehúsinum og endurgjald í tí sambandi, nú torgverkætlanin í Gundadali er í gongd.

Ynskið var, at framtíðar staðsetingin av bridgehúsinum skuldi verða í ítróttaøkinum, og at talan er um teirra egnu høli, sum ikki eru minni enn tey fyrrverandi – uml. 250 fermetrar. Kommunan hevði ikki slík høli at bjóða til leigu, so tí varð talan um nýbygging, skrivar Tórshavnar kommuna.

Felagið leigar grundøkið, sum bygningurin stendur á, frá kommununi.

Býráðið samtykti í apríl í fjør eitt tilmæli frá mentamála- og fíggjarnevndini um heimild at gera avtalu um endurgjald og um staðseting av nýggjum bridgehúsi. Staðsetingin er økið beint yvir av gamla Bridgehúsinum, sum kommunan átti. Aftrat endurgjaldi játtaði kommunan íløgustuðul til byggingina, svarandi til umleið triðingin av metta byggikostnaðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder