placeholder
Uttanlands

Bretski kongurin luttekur ikki á COP27-toppfundinum

Charles kongur hevði annars ætlanir um at luttaka á ST-veðurlagstoppfundinum, sum verður í Egyptalandi í november, men bretska stjórnin hevur heitt á hann um ikki at fara

Charles kongur helt røðu á veðurlagstoppfundinum COP26 í Glasgow í fjør (Mynd: EPA)

Charles kongur helt røðu á veðurlagstoppfundinum COP26 í Glasgow í fjør (Mynd: EPA)

2022-10-02 14:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá næsti ST veðurlagstoppfundurin, COP27 verður hildin í Egyptatalndi seinni í ár, verður tað uttan luttøku hjá Charles kongi.

73 ára gamli bretski kongurin hevði annars ætlanir um at luttaka á toppfundinum, sum verður í Sharm el-Sheik í november. Men sambært Ritzau hevur Liz Truss, forsætisráðharri heitt á hann um at verða verandi heima.

Charles kongur hevur annars í nógv ár verið forsprákari fyri at basa veðurlagsbroytingum, og hann var eisini boðin til toppfundin.

Buckingham Palace váttar, at Charles kongur ikki fer at luttaka.

– Tað er eingin loyna, at kongurin var boðin við. Hann noyddist at hugsa seg væl um, hvørji stig hann skuldi taka í sambandi við hansara fyrstu uttanlandsferð, og fer hann ikki at luttaka á COP-fundinum, sigur ein dulnevnd kelda úr bretska kongshúsinum við Sunday Times.

Enn verður tó umhugsað, hvussu bretski kongurin, sum sigst at vera persónliga vónbrotin um ikki at kunna fara til Egyptalands, í staðin kann markera toppfundin, sum verður millum 6. og 18. november.

Charles kongur helt røðu á COP21-toppfundinum í París í 2015 og á COP26-toppfundinum í Glasgow í fjør.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder