Uttanlands

Bretar: Russarar hava ikki skotið eftir okkum

Skotið var í sambandi við einari venjing, sigur bretska verjumálaráðið, sum avsannar søguna hjá russiska verjumálaráðnum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-06-23 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiska verjumálaráðið segði tíðliga seinnapartin, at russarar skutu ávaringarskot móti bretska krígsskipinum "HMS Defender" í svartahavinum, tá tað var farið inn á russiskt øki.

Les eisini: Russland skotið ávaringarskot móti bretskum krígsskipi

Eisini siga russarar, at eitt russiskt hernaðarflogfar hevur blakað bumbur á rutuna, sum skipið fylgdi fyri at ávara bretar um, at teir fóru at svara aftur við vápnum, um bretar komu inn á russiskt sjóøki.

Men bretska verjumálaráðið hevur eina aðra frágreiðing. Skotini vóru í sambandi við einari venjing.

Bretska verjumálaráðið skrivar á Twitter, at eingi skot vórðu skotin eftir "HMS Defender", og eiheldur vita tey nakað um bumbur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder